Politisk teori

159 downloads 327 Views 82KB Size Report
Skeiðsnummar: 2138.11. Navn á skeiði: Politisk teori. (Political Theory). Skeiðsevni: Bachelorskeið. Kravskeið á bachelor í stjórnmálafrøði. Valskeið á bachelor í ...
Søgu- og samfelagsdeildin Faculty of History and Social Sciences

Skeiðsnummar: 2138.11 Navn á skeiði: Politisk teori (Political Theory) Skeiðsevni: Bachelorskeið. Kravskeið á bachelor í stjórnmálafrøði. Valskeið á bachelor í søgu og í samfelagsvísindum. Stakskeið (gjald) Stig: 10 ECTS Tíð: Heystið 2011 Ábyrgdarlærari: Jens Christian Svabo Justinussen, adjunktur í stjórnmálafrøði. Endamál: Endamálið er at geva teimum lesandi eitt innlit í og yvirlit yvir politiska teori. Evni: Greitt verður frá klassiskari og nýggjari politiskari teori. Dentur verður lagdur á at lýsa lyklahugtøk og teori um statin, vald, politiskar skipanir, politiskar flokkar umframt ideologiir. Strembað verður eftir at lýsa evnini við føroyskum dømun. Undirvísing: Skeiðið er 15x2 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum lærarans (og møguligum gestalærarum). Smáar uppgávur verða eisini javnan givnar, og studentarnir skulu leggja fram úrslit síni fyri hinum studentunum. Próvtøkuformur: Munnlig próvtøka við grundarlagi í 14-daga skrivligari heimauppgávu um eitt sjálvvalt evni góðkent av lærara, og sum verður viðgjørt út frá hugtøkum og teoriium, sum hava verið viðgjørd á skeiðnum. Uppgávan skal vera í mesta lagi 5.000 orð (litteraturlisti og fótnotur ikki íroknað). Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga. Fortreytir: Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki. Pensum: Max. 1000 síður.

Poststaður J. Broncks Gøta 25, 4.h. FO 100 Tórshavn

Bústaður J. Broncks Gøta 25, 4.h. FO 100 Tórshavn

Heimasíða www.setur.fo

E-postur [email protected]

Telefon 352580

Fax 352581